Rás2 sigur frá HM-undankappingardystunum í Italia

Tróndur Arge er staddur í Bolzano í Norðuritalia har Føroyar skulu spæla ímóti Ukraina, Rumenia og Italia

Ein sera spennandi uppgáva er fyri framman hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

 

Í norðuritalska býnum, Bolzano skulu føroysku hondbóltsmennirnir spæla HM-undankappingardystir ímóti Ukraina í morgin klokkan 15.30, ímóti Rumenia fríggjadagin klokkan 15.30, og ímóti Italia leygarkvøldið klokkan 19.45.

 

Tróndur Arge sum segði frá minniliga HM-endaspælinum hjá føroyska U21-manslandsliðnum í Algeria í summar er aftur til dystin fús, og hann fer at siga beinleiðis frá teimum trimum HM-undankappingardystunum hjá føroyska manslandsliðnum í Bolzano.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Óli G. Samuelsen verður tøkningur og vertur til sendingarnar, sum byrja klokkan 15.10 hósdagin og fríggjadagin, og klokkan 19.30 leygarkvøldið.

 

Koyr á Føroyar