Rás2 sigur frá Fleyr a - SÍb í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum í steypakappingini hjá monnum millum Fleyr a og SÍ b, sum byrjar klokkan 21

SÍb er sensasjónsliðið higartil í steypakappingini hjá monnum. Royndu og garvaðu spælararnir hjá sørvingum hava higartil koppað bæði Mjølnir og TB við settmuninum 3-1.

 

Í kvøld klokkan 21 møtast Fleyr a og SÍb í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum. Fleyr a hevur higartil tapt 1-3 imóti Mjølnir, og hava vunnið 3-0 á TB.

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.