Rás2 sigur frá tveimum effodeildardystum í dag.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá dystunum ÍF-HB í Fuglafirði og 07 Vestur-KÍ í Sørvági. Dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 15, og dysturin í Sørvági byrjar klokkan 16.
Per Martin Gregersen verður heimildarmaður til dystin Víkingur-Skála í Norðragøtu, sum byrjar klokkan 15, og Teitur Joensen verður heimildarmaður til dystin EB/Streymur-Suðringar í Streymnesi, sum byrjar klokkan 16.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Myndir, ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo, tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta eftir Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.