Rás2 sigur frá B68-KÍ í dag

Dysturin á Toftum byrjar klokkan 15. Fylgt verður eisini við í gongdini í dystinum Skála-TB

Rás2 fer í dag at siga frá tí fjórða effo-dystinum í fimm dagar.

 

Seinnapartin klokkan 15 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum B68 og KÍ á Svangaskarði á Toftum, har KÍ skal royna at koma á vinnaraslóðina aftur, aftaná 2-4 tapið ímóti ÍF farna vikuskiftið. Missir KÍ stig í dag verður sera tætt í oddinum millum KÍ, Víking og NSÍ. Rás2 fylgir eisini gongdini í dystinum millum Skála og TB, sum eisini byrjar klokkan 15. Tá dagsins dystir eru lidnir eru 18 av 27 umførum avgreidd í effodeildini í ár.

 

Til ber eisini at fylgja dystunum á in.fo. Seinni í dag koma samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður út á in.fo.

 

Tað ber til hjá øllum at lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.