Tað verður ein stórur ítróttardagur á Rás2 seinnapartin í dag.
Frá klokkan 13 til 14.45 endursendir Rás2 sendingina Sportboxin.
Beint áðrenn klokkan 15 kemur Tróndur Arge inn úr Gundadali, og fer at siga frá dystinum millum B36 og KÍ. Pætur Albinus verður heimildarmaður til NSÍ-Víkingur, og Ólavur Larsen verður heimildarmaður til ÍF-EB/Streymur. Jarnhold Nattestad verður heimildarmaður til 07 Vestur-Suðringar, og vit fara eisini at hava Kaysten Rasmussen heimildarmann til Skála-HB.
Aftaná klokkan 16 kemur Hilmar Jan Hansen inn úr Vestmanna, og fer at siga frá VÍF-KÍF.
Aftaná hondbóltin fer Heri Simonsen at hava "Triðja Hálvleik", har prátað verður við umboð fyri tey ymisku effoliðini. Teirra millum verða Heðin Askham (EB/Streymur), Niels Pauli Danielsen (ÍF) og Heri Kjærbo (Suðringar).
Tvey tey bestu sms´ini, sum koma inn til 559999 vinna hvør sítt atgongumerki til BOYBAND KVØLDIÐ í høllini á Hálsi í Havn 25. mars.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður, myndir og samanumtøkur koma út á in.fo seinni í dag.