Rás2 sigur frá B36-HB og NSÍ-KÍ

Báðir dystirnir byrja klokkan 18. Aftaná klokkan 20 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni

Fult umfar er í effodeildini í kvøld og Rás2 ger sjálvandi nógv burturúr.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá oddadystinum millum NSÍ og KÍ, sum verður spældur við Løkin í Runavík. Tróndur Arge fer at siga frá grannauppgerðini millum B36 og HB, sum verður spæld á ovara vølli í Gundadali í Havn. Báðir dystirnir byrja klokkan 18.

 

Í sendingini verður fylgt við og kunnað um gongdina í hinum báðum dystunum, sum byrja klokkan 18. Talan er um dystirnar Skála-TB/FCS/Royn, sum verður spældur á Skála, og botnuppgerðin 07 Vestur-ÍF, sum verður spæld vesturi í Sørvági. 

 

Klokkan 19 byrjar dysturin millum EB/Streym og Vìking við Margáir í Streymnesi. Teitur Joensen verður heimildarmaður til dystin.

 

Sendingin "Triði Hálvleikur" byrjar aftaná klokkan 20, og har verður m.a. prátað við Jón Krosslá Poulsen (TB/FCS/Royn), Pætur Dam Jacobsen (Skála), Jákup Mikkelsen, venjara (ÍF) og Trygva Mortensen, venjara (07 Vestur).

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar og "Triðja Hálvleik" á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7.