Rás2 sigur frá báðum Kyndil-VÍF dystunum

Dysturin hjá kvinnunum byrjar klokkan 18.30 í kvøld, og dysturin hjá monnum byrjar klokkan 20

Aftur í kvøld spennir Rás2 seg út við hondbóltinum.

 

Rás2 sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og VÍF í ávikavist hvonndeildini og í FTZ deildini. Báðir dystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn. Dysturin hjá kvinnunum byrjar klokkan 18.30 í kvøld, og dysturin hjá monnum byrjar klokkan 20. Í sendingini verður eisini fylgt við í gongdini í dystinum í FTZ deildini millum Team Klaksvík og H71 norðuri í Klaksvík.

 

Tróndur Arge fer at siga frá báðum dystunum beinleiðis á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.