Rás2 sigur frá AB-KÍ og Víkingur-TB

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 14. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum

Aftur í dag verður ein stórur fótbóltssunnudagur á Rás2.

 

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá teimum báðum sera týðandi dystunum millum AB og KÍ úti á Argjum, og millum Víking og TB í Sarpugerði í Norðragøtu, sum báðir byrja klokkan 15. Kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, B36-NSÍ, B68-HB og ÍF-Skála, sum allir byrja klokkan 15.

 

Aftaná dystarlok verður prátað við umboð fyri tey ymisku feløgini, sum hava verið í leiki.

 

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 14. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo hevur eisini frásøgn frá øllum dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.