Rás2 sigur frá AB-HB og B36-KÍ

Dysturin AB-HB byrjar klokkan 15 og dysturin B36-KÍ byrjar klokkan 17.15

Tað verður aftur ein stórur fótbóltssunnudagur frá klokkan 14 í dag.

 

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá grannauppgerðini á Argjum millum AB og HB, og klokkan 17.15 sigur Hilmar Jan Hansen frá oddadystinum millum B36 og KÍ, har KÍ fyribils kann kvala allan spenningin í oddinum við einum sigri á B36.

 

Klokkan 15 byrja eisini dystirnir ÍF-TB í Fuglafirði, og B68-Skála á Toftum. Undir sendingini verður ringt til heimildarfólk á Toftum, og í Fuglafirði fyri at frætta um gongdina í teimum báðum dystunum. 

 

Til ber eisini at fylgja dystunum á in.fo. Samanumtøkur, myndir, ljóðsamrøður og kykmyndir koma út á in.fo seinni.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum hjá Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.