Rás2 sigur frá AB-B68 klokkan 16 í dag

Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum millum AB og B68 á Rás2

Enn er stórur spenningur um uppflytingin hjá B68 upp í effodeildina gerst egg ella ungi.

 

Tvey umfør eru eftir av kappingini í 1. deild, og B68 er í skrivandi stund trý stig frá triðja plássinum, sum gevur uppflyting til effodeildina. AB er nummar eitt við 61 stigum, Víkingur er nummar tvey við 47 stigum, KÍ er nummar trý við 46 stigum, og B68 er nummar fýra við 43 stigum.

 

B68 spælir ímóti AB á Argjum klokkan 16 í dag. Petur Asbjørn Lervig fer at siga frá dystinum á Rás2. André Olsen verður viðmerkjari. 

 

Í sendingini verður fylgt við gongdini í tveimum dystum, sum hava ávirkan á uppflytingarstríðið. Talan er um dystin millum Giza Hoyvík og KÍ í Hoyvík, og Suðringar-Víkingur suðuri í Vági. Rás2 hevur heimildarmenn í Hoyvík og í Vági. Kenneth Hovgaard verður heimildarmaður í Hoyvík, og Janus Kjærbo verður heimildarmaður suðuri í Vági. 

 

Øll kunnu lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.