Rás2 sigur frá 07Vestur-NSÍ og KÍ-TB/FCS/Royn

Dysturin millum 07 Vestur og NSÍ byrjar í dag klokkan 17. Dysturin millum KÍ og TB/FCS/Royn byrjar í morgin klokkan 15

Rás2 segði fyrsta dystinum í 15. umfarinum í effodeildini ígjár. Hann var millum Víking og ÍF. Víkingur vann heimadystin 4-0.

 

Klokkan 17 í dag verður dystur á Dungasandi í Sørvági millum 07Vestur og NSÍ. Árni Gregersen fer at siga frá tí dystinum.

 

Sunnudagin klokkan 15 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystinum á Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og TB/FCS/Royn. Í sendingini verður ringt til heimildarmenn, sum eru til dystirnar B36-Skála í Gundadali í Havn, og EB/Streymur-HB, sum verður leiktur við Margáir í Streymnesi.

 

In.fo fer at hava tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystirnar.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Sunnudagin klokkan 18 sigur Tróndur Arge frá U21 HM-dystinum millum Føroyar og Týskland, sum verður spældur í Algeria.