Morgunvertirnir á Rás2 vunnu í kvøld finaluna í spurnarkappingini Quiztinum. Teir vunnu á fakfelagsformanni og advokati Finalan á Quiztinum var í Atlantis í Klaksvík í kvøld.
Í finaluni var annað liðið Eyðfinn Drewsen og James Olsen, morgunvertir á Rás2. Og hitt liðið var manna við Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, og Hans Trygva Teirin, advokati.
Finalan endaði við, at Eyðfinn og James vunnu við trimum stigum, og teir gjørdust harvið samlaðu vinnararnir av spurnarkappingini, sum Kringvarpið hevur sent í vetur.