Skráin fyri stóra sunnudagin hjá Rás2, 20. august:
Klokkan 12 til 14 verður "SportBoxin" við m.ø. fótbóltspanelinum, har Gert Hansen og Arnbjørn Hansen vóru gestir endursend.
Klokkan 14 til 14.55 hoyra vit upptaktsprát Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Leif Andre Eliasen (ÍF), Heðin Askham (EB/Streymur), Árni Frederiksberg (NSÍ), Trygvi Mortensen (07 Vestur), Pætur Dam Jacobsen (Skála), Jonas Flindt Rasmussen (KÍ) og Sámal Erik Hentze (Víkingur).
Klokkan 15 til 17 siga Tróndur Arge og Árni Gregersen frá dystunum Víkingur-B36 og Skála-KÍ. Kunnað verður javnt og samt um gongdina í hinum trimum effo-dystunum, sum eru TB/FCS/Royn-ÍF, HB-07 Vestur og NSÍ-EB/Streymur.
Frá klokkan 17.05 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, har hoyra vit m.a. Símun Samuelsen (HB), Jón Krosslá Poulsen (TB/FCS/Royn), Albert Ellefsen (ÍF), Heðin Askham (EB/Streymur) og Trygvi Mortensen (07 Vestur).
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum í effodeildini. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni.