Rás2 sendir úr Íslandi

Sent verður frá Hotel Alduni á Seyðisfirði Rás2 fer á fyrstu sinni í søgu privatu útvarprássins at senda beinleiðis útvarp úr Ìslandi.

Sent verður frá Seyðisfjørðinum á Eysturlandinum. Sent verður frá einum gistingarhúsi, sum nevnist Hotel Aldan.

Tað verða Mirjam Pætursdóttir, Alvin Ellebye Andersen og Heri Simonsen, sum fara at standa fyri sendingunum.

Prátað verður við føroyingar á eysturlandinum, manning umborð á Norrønu, føroyingar sum skipa fyri serferðum til Íslands, og íslendingar sum hava samband við Smyril Line og íslendsku ferðavinnuna.

Høvið verður eisini hjá lurtarunum at taka lut í spennandi kappingum.