Hesa vikuna sendir Rás2 í tríggjar dagar úr sólríka katalanska høvuðsstaðnum Barcelona.
Atlantsflog fór sunnudagin undir rutuflúgvingina til Barcelona, og restina av summarinum fer føroyska flogfelagið at flúgva til spanska stórbýin einaferð um vikuna. Eisini Rás2 var við í fyrsta flogfarinum hjá Atlantsflog, sum sunnumorgunin setti kós ímóti Barcelona, og í hesa vikuna sendir Rás2 í tríggjar dagar úr katalanska høvuðsstaðnum.
Byrjað varð í morgun klokkan 9.00, og sent verður fram til middags. Síðani verður sent aftur seinnapartin klokkan 15-17. Í morgin verður sent bæði fyrrapart og seinnapart, og hósdagin verður sent fyrrapart.
Rás2 fólkini fara at vitja kend støð í Barcelona, og sent verður millum annað av Rambluni stóru og kendu gongugøtuni, av strondini og úr býnum annars. Tosað verður við spaniólar, við føroyingar í Spania, og Rás2-fólkini fara eisini at gera reportasjur av matstovu og av strondini.
Eisini hevur Rás2 hitt nakrar føroyingar, sum hava innlit í sponsk viðurskiftini, og teir fara eitt nú at greiða frá spanskari list, arkitekturi í Barcelona, búskaparstøðuni hjá Spania og politisku støðuni hjá Katalonia.
Rás2 fólkini í Barcelona verða Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett.
Til ber at hoyra Rás2 á netinum VIÐ AT TRÝSTA HER