Rás2 sendir Jólatunnilsradio úr Saltangará í dag

Rás2 sendir úr hølunum hjá Føroya Tele í Saltangará í dag, millum kl. 13 og 19 Rás2 kemur at hava studio í hølunum hjá Føroya Tele í Saltangará. Kl. 13.05 vitjar borgarstjórin, Hans Jacob Lamhauge studio hjá Rás2. Talan er um ein sannan hátíðardag fyri Runavíkar Kommunu, tí kl. 14 verður nýggi skúlin í Runavík innvígdur. Rás2 fer at hava ein reportara á staðnum, tá nýggi skúlin verður innvígdur.

Kl. 15 kemur umboð frá Kunningarstovuni í Runavík í studio at greiða frá teimum spennandi tiltøkunum, sum henda í nærøkinum, frá nú og til jóla. Reportarin hjá Rás2 verður eisini á staðnum, tá Brandbilurin kemur við øllum jólamonnunum. Tosað verður eisini við umboð fyri Føroya Tele, og verður ein sera spennandi burturluting fyri lurtarunum hjá Rás2 í samstarvi við Føroya Tele, sum fer at koyra allan seinnapartin. Reportarin hjá Rás2 fer eisini at vitja handlar í Eysturoynni, og ringt verður til fólk, sum hava spennandi tiltøk á skránni í morgin.