Rás2 sendir frá stuðulskonsert í Rex

Rás2 sendir í kvøld frá vælgerandi tiltaki í Rex í Havn, har kendir tónleikarar og bólkar fara at spæla stuðulskonsert. Peningur verður savnaður til átakið “Í menniskjum góður tokki”.

 

Í kvøld verður skipað fyri stuðulskonsert á dansistaðnum Rex í Havn. Ein long røð av kendum tónleikarum og bólkum fara at spæla á konsertini, sum byrjar klokkan 21.00 og varðar út á náttina.

 

Tey, sum fara at spæla, eru: Terji Rasmussen & Fríði Tanggard Bjørgvin, Petur & Guðrun Háberg, Signar í Homrum, Vígdis Fjallstein, MC Hár, Gipsy Train, Jens Marni Hansen við bólki, Divaz, Grandma’s Basement, Mike og DJ Martin Kjærbo.

 

Rás2 verður eisini við til tiltakið og fer at senda frá kl. 20.00 til midnátt. Prátað verður við tónleikarar, fyriskiparar, áhoyrarar og onnur, og eisini verður møguleiki at hoyra brot av live-framførslunum.