Eins og tey undanfarnu árini verður sendingin "bátaradio" send á Rás2 nakrar ferðir gjøgnum summarið. Fyrsta sendingin verður leygardagin klokkan 13 til 17, tá sent verður frá Bátafestivalinum á Toftum.
Fáur kennir bátafólkið betur enn Vilmund Jacobsen, sum verður reportari til bátaradio-sendingarnar hjá Rás2. Vilmund Jacobsen fer at vitja umborð á ymiskum bátum, og hann fer eisini at gera samrøður á havnarøkinum á Toftum.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.