Aftur í dag verður talan um ein stóran fótbóltsdag, har sent verður longu frá klokkan 13.
Sendingin Fótbóltspanelið, sum er partur av SportBoxini verður endursent millum klokkan 13 og 14. Gestur er Eli Hentze, U21 landsliðsvenjari.
Klokkan 14 til klokkan 14.50 verða upptaktsprát, sum Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt. Petur Asbjørn Lervig hevur prátað við Boga Reinert Petersen (ÍF), Edvin Jacobsen (Skála), Karl Løkin (NSÍ), Jonas Flindt Rasmussen (KÍ), Leif Niclasen (EB/Streymur), Trygva Mortensen (07 Vestur) og Erling Jacobsen (Víkingur).
Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum B36 og EB/Streym í Gundadali í Havn, og Árni Gregersen sigur frá dystinum millum Víking og 07 Vestur í Sarpugerði í Norðragøtu. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í dystunum NSÍ-Skála og KÍ-ÍF.
Klokkan 17.45 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum HB og TB/FCS/Royn í Gundadali, áðrenn tað verður sendingin "Triði Hálvleikur", har prátað verður við m.a. Pætur Dam Jacobsen (Skála), Klæmint A. Olsen (NSÍ), Jonas Flindt Rasmussen og eitt umboð fyri ÍF.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni.
Øll kunnu lurta eftir Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.