Rás2 fer at senda beinleiðis frá ÍSF-húsinum, tá ÍSF vegna Úrval skipar fyri móttøku í ÍSF-húsinum fríggjadagin 5. januar klokkan 15. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7 í samband við, at Úrvalsstuðulin 2018 verður latin.
Íðkararnir og sersambondini, sum fáa stuðul í ár, umframt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og nevndin í Úrval luttaka.
Aðalmálini hjá Úrvali eru m.a. at:
– støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar,
– menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttarfólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk,
– gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði.
Hetta er fimta árið, Úrval letur stuðul. Í ár verður íalt latið 1 mió. kr.