Rás2 sendir beinleiðis frá Planet Awards

Stórt gallatiltak fyri tónleikin er í Miðlahúsinum í kvøld. Rás2 sendir beinleiðis frá kvøldinum Tað er í kvøld, at bestu avrikini innan tónleikin verða heiðrað.

Hetta hendir á rimmar planet-kvøldinum í Miðlahúsinum, har planetir verða handaðar til tey, sum hava staðið fyri bestu avrikunum á tónleikapallinum.

Rás2 hevur beinleiðis sending frá tiltakinum. Farið verður í luftina klokkan 20, og sent verður út í eitt, til klokkan fer at nærkast midnátt.