Rás2 sendir "Bátaradio" frá klokkan 17.15

Fasti Bátaradio-reportarin, Vilmund Jacobsen verður partur av bátafylginum, sum siglir av Eiði til Hósvíkar

Fjórða og seinasta Bátaradio-sendingin í summar verður send á Rás2 frá klokkan 17.15 í dag.

 

Fasti reportarin hjá Rás2 til Bátaradio-sendingarnar, Vilmund Jacobsen verður í dag partur av Regatta-bátafylginum, sum skal sigla av Eiði og til Hósvíkar.

 

Vilmund Jacobsen fer at gera prát umborð á ymiskum bátum áðrenn komið verður til Hósvíkar, og í kajuni í Hósvík fer hann at gera onnur prát.

 

Vertur og tøkningur í Rásarúminum verður Heri Simonsen, og hann fer at spæla góðar føroyskar tónar millum innsløgini hjá Vilmundi Jacobsen.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 98,7 og á FM 95,5.

 

Fittur partur av ljóðsamrøðunum koma út á in.fo.