Rás2: Samrøður við umboð fyri ÍF og Mjølnir

(Rás2) Hoyr tað Steffan R. Olsen hjá Mjølnir og Bjarni Larsen hjá ÍF høvdu at siga aftaná 3-1 sigurin hjá ÍF á Kambsdali fyrr í kvøld

Oddadystur var í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti fyrr í kvøld. ÍF og Mjølnir møttust á Kambsdali.

 

 

Heimaliðið ÍF vann dystin 3-1. Settmunurin var 25-20, 25-14, 15-25 og 25-20. Sunnudagin klokkan 16 møtast SÍ og Fleyr vesturi í Sørvági.

 

 

Mjølnir er á odda í meistaradeildini við 20 stigum. ÍF hevur 15 stig, Fleyr hevur 11 stig og aftast er SÍ við fimm stigum.

 

 

Aftaná dystin á Kambsdali fekk Óli G. Samuelsen orðið á leikandi venjarin hjá Mjølnir, Steffan R. Olsen. Óli G. Samuelsen prátaði eisini við Bjarna Larsen hjá ÍF.

 

 

Steffan R. Olsen staðfesti, at stórur saknur var í Dávidi Hentze, sum bleiv skaddur undir venjing fyri stuttum. Steffan R. Olsen slær fast, at Mjølnir liggur væl fyri á stigatalvuni, og er enn fimm stig á odda.

 

 

Bjarni Larsen er fegin um sigurin, men hann ásannar, at tað gekk illa í hond, serliga við móttøkuni í triðja settið sum ÍF tapti.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Dávid R. Olsen og Bjarna Larsen aftaná 3-1 sigurin hjá ÍF ímóti Mjølnir á Kambsdali.