Rás2: Samrøður við ársins verjuspælarar

(Rás2) Hoyr løtuna tá Odmar Færø og Malena Josephsen vóru heiðraði sum ársins verjuspælarar 2017

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr løtuna tá tað var almannakunngjørt, at Malena Josephsen (KÍ) og Odmar Færø (B36) eru ársins verjuspælarar í føroyskum fótbólti 2017.

 

2) Hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Malenu Josephsen og Odmar Færø.

 

Odmar Færø heldur, at tað er góðkent, at B36 vann silvur í steypakappingini og bronsu í landskappingini, og hann kann eisini hyggja aftur á eitt gott persónligt landsliðsár. Fyri Malenu Josephsen var tað góður uggi og heiður at fáa at gerast ársins verjuspælari. Hóast hon er 40 ár nú ætlar hon als ikki at gevast at spæla fótbólt á hægsta stigi.