Kvinnurnar hjá TB hava vunnið seg í hálvfinaluna í steypakappingini í flogbólti.
Tað gjørdist greitt tá TB á heimavølli í Trongisvági vann 3-1 á SÍ. SÍ vann fyrsta settið 25-15, men so traðkaði heimaliðið í karakter og vann tey trý næstu settini við settmuninum 27-25, 25-21 og 25-22.
Í sama bólki vann Dráttur 3-0 á Ternuni í høllini á Giljanesi. Settmunurin var 25-20, 25-22 og 25-18.
Dráttur vinnur bólkin við átta stigum. Nummar tvey er TB við sjey stigum. Nummar trý er SÍ við trimum stigum og aftast er Ternan við ongum stigi.
Dráttur møtir Mjølnir í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast Fleyr og TB. Hálvfinalurnar verða leiktar 10. februar. Dráttur og Fleyr verða sum bólkavinnarar heimalið í hálvfinalunum. Allar hálvfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða spældar 10. februar.
Aftaná dystin fekk Óli G. Samuelsen orðið á Rannvá í Heiðunum hjá TB og Anniku á Stongum hjá SÍ, sum upplivdu ein misjavnan dyst. SÍ upplivdi eina góða byrjan, men fall so sett fyri sett meðan TB upplivdi tað øvugta, at tær mentust sett fyri sett og tóku sigurin heim.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Rannvá í Heiðunum og Anniku á Stongum.