TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá tey trý málini vóru skotin í dystinum millum HB og Vìking á ovara vølli í Gundadali. Ein dystur, sum Víkingur vann 2-1. Víkingur verður tí framvegis greitt oddalið í effodeildini aftaná hetta umfarið.
Svenn Ó. Olsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2.
Komandi mikukvøld tekur Vìkingur ímóti KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Vinnur Víkingur tann dystin, so sær tað ógvuliga ljóst út hjá Víkingi at endurvinna FM-heitið.