James Olsen og Eyðfinn Drewsen fara at kappast ímóti Jonhard Hammer og Eyðun Klakkstein Rás2 fer at eiga sín part av skránni í Útvarpi Føroya í kvøld. Rás2-lokaluppgerð verður í spurnarkappingini ?á Quiztinum? í Útvarpi Føroya kl. 19.05 í kvøld. Vertirnir í ?Morgunroðanum?, James Olsen og Eyðfinn Drewsen fara at kappast ímóti Jonhardi Hammer, stjóra og Eyðuni Klakkstein, tíðindamanni hjá Rás2. Gunnar Nolsøe verður vertur í sendingini, og vónar hann enn, sum áður, at talan verður um eina sera, sera, sera spennandi kapping millum James/Eyðfinn og Jonhard/Eyðun. Hilmar Jan Hansen verður dómari í spurnarkappingini.