Rás2 hoyrist nú í Sandvík

Seinastu tíðina hava fólk varn­ast, at mastrar eru komn­ar at standa í fjallinum norð­a­n fyri Sandvík.

Nú vísir tað seg, at hetta eru send­ar­ar, sum gera, at nú ber eis­ini til hjá sand­vík­in­gum at hoyra Rás2.
Og leygardaagin varð send­ar­in settur til, so tá ið sand­vík­ingar nú stilla radio­tól­ið inn á FM 104,3 ljóm­ar Rás2 so lystiliga úr hát­a­lar­a­num.
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, fegnast um, at eitt pláss afturat nú er knýtt upp í Rás2 famljuna og hann sig­ur, at nú ber til hjá 95% av Før­oya fólki at hoyra Rás2.
Enn eru nakrar smá­bygd­ir eftir og enn er óvist, nær tær eisini verða knýttar upp í sendinetið.
- Tað er ómetaliga dýrt at røkka teimum seinastu pláss­unum og tí fara vit at vita um tað almenna ikki eisini sær tað sum eina uppgávu, at tryggja, at øll hoyra Rás2 og tískil vil stuðla eini ætlan, sum knýt­ir seinastu bygdirnar upp í.
- Tað er eitt fólkakrav, at hoyra Rás2 og tað almenna átti eisini at sæð tað sum sína uppgávu at stuðla uppundir, at øll fingu høvi at hoyra Rásina - serliga nú ein kanning á Portalinum vísir, at fleiri fólk lurta eftir Rás2 enn tað lurta eftir almenna Kringvarpinum, sigur Jonhard Hammer.