Rás2 hoyrist nú eisini í Sandvík

Seinastu tíðina hava fólk varnast, at mastrar eru komnar at standa í fjallinum norðan fyri Sandvík. Nú vísir tað seg, at hetta eru sendarar, sum gera, at nú ber eisini til hjá sandvíkingum at hoyra Rás2.

Og fyri lítlari løtu síðani varð sendarin settur til, so tá ið sandvíkingar nú stilla radiotólið inn á FM 104,3 ljómar Rás2 so lystiliga úr hátalaranum.

Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, fegnast um, at eitt pláss afturat nú er knýtt upp í Rás2 famljuna og hann sigur, at nú ber til hjá 95% av Føroya fólki at hoyra Rás2.

Enn eru nakrar smábygdir eftir og enn er óvist, nær tær eisini verða knýttar upp í sendinetið.

- Tað er ómetaliga dýrt at røkka teimum seinastu plássunum og tí fara vit at vita um tað almenna ikki eisini sær tað sum eina uppgávu, at tryggja, at øll hoyra Rás2 og tískil vil stuðla eini ætlan, sum knýtir seinastu bygdirnar upp í.

- Tað er eitt fólkakrav, at hoyra Rás2 og tað almenna átti eisini at sæð tað sum sína uppgávu at stuðla uppundir, at øll fingu høvi at hoyra Rásina - serliga nú ein kanning á Portalinum vísir, at fleiri fólk lurta eftir Rás2 enn tað lurta eftir almenna Kringvarpinum, sigur Jonhard Hammer.