Rás2: Hoyr málini í Fuglafirði og Atla Gregersen

(Rás2) Hoyr frásøgnina av málunum, sum komu í dystinum ÍF-Víkingur 1-5, og hoyr liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum seks málunum, sum komu í dystinum millum ÍF og Víking, sum endaði 5-1 til Víking. Í steðginum var Víkingur á odda 2-1. Eitt skiftið var støðan javnleikur 1-1.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á Rás2, har hann prátaði við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen.

 

Atli Gregersen er so ovurfegin um sigurin, og lyklastøðuna Víkingur hevur í FM-stríðnum nú, at hann tímdi ikki at tosa um landsliðsuppgávurnar, sum eru fyri framman. Atli heldur, at ÍF spældi væl í fyrra hálvleiki. Hann slær fast, at hann fer at sakna at spæla í Fuglafirði komandi ár, tí hann heldur, at tað er nakað serligt at spæla í Fuglafirði.