Rás2: Hoyr málið hjá Víkingi og Bagga

(Rás2) Hóast Víkingur er trý stig og átta mál frammanfyri KÍ tekur høvuðsvenjarin hjá Vìkingi einki fyri givið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av 1-1 málunum hjá Víkingi, sum Gert Hansen skoraði við Løkin í Runavík í dag. At enda gjørdist tó talan um eitt 1-2 tap hjá Víkingi ímóti NSÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná Bagge hevði sæð sínar menn enn einaferð tapt 1-2 ímóti NSÌ aftaná eitt dreymahøgg frá Árna Frederiksberg.

 

Bagge var venjari hjá AB í 1. deild í 2011, tá TB við einum 11-0 sigri á EB/Streymi á útivølli vann annað uppflytingarplássið frammanfyri AB uppá fleiri skotin mál. Tí tekur Bagge einki fyri givið, hóast Víkingur er trý stig frammanfyri KÍ, og hevur ein málmun, sum er átta mál betur enn KÍ. 

 

Bagge harmast um, at Víkingur ikki megnaði setningin í dag, tí tað ynskti hann av hjarta.