Eitt ár er liðið, síðani nýggja Rás2 fór at senda. Í dag verður dagurin hildin í Miðlahúsinum. Opið hús verður millum 13 og 16, og tá sendir Rás2 eisini serliga 1 ára sending Fyrsta árið hevur verið sera hendingarríkt. Rás2 hevur sent endaleysar tímar av livandi útvarpi, og nú rásin kann halda sín fyrsta føðingardag, er klárt at fara undir ein nýggjan vetur við nógvum spennandi á skránni.
Í dag verður 1 ára føðingardagurin hildin á Rás2 og í Miðlahúsinum. Millum klokkan 13 og 16 fer Rás2 at hava serliga føðingardagssending við livandi tónleiki, práti og annað.
Fólk eru eisini væl komin í Miðlahúsið millum 13 og 16 at fáa sær ein kaffimunn. Húsið er opið, og øll eru væl komin inn á gólvið í føðingardag.