Mong kenna vestmenningin, Jógvan Durhuus sum fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann. Onnur kenna Jógvan sum fyrrverandi postavgreiðslumann hjá farna almenna stovninum, Postverk Føroya.
Men Jógvan Durhuus er eisini royndur haruveiðumaður. Síðani 1963 hevur Jógvan Durhuus verið fastur fúsur at skjóta harur í Dølum.
Jógvan Durhuus fyllir 80 ár 19. februar, og hevur 55 ár á baki sum haruveiðimaður, og hann ætlar at halda á so leingi heilsan loyvir tí.
Fyrrapartin vitjaði Jógvan Durhuus Hilmar Jan Hansen í Ràsarúminum hjá Ràs2 til eitt prát um haruveiðu í tí nýggju fyrrapartssendingini Snikk Snakk.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jógvan Durhuus á Rás2 fyrrapartin í dag.









