Rás2 hýsir 3. hálvleiki

Rás2 fór í gjár undir nýggja ítróttarsending, sum verður send sunnudagar frá kl. 17.00 til 19.00. Í sendingini verður tikið saman um dystirnir í Formuladeildini, tosað verður við spælarar, venjarar og onnur, og fólk kunnu eisini senda sms-boð til sendingina. Heri Simonsen verður vertur í studionum, hann fer at hava gestir á vitjan, og ringt verður til fólk kring landið.