Rás2 fylgir Pál Joensen úr Vágum til Vágs

Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar gerast evropameistarar. Tí verður nógv gjørt burturúr, tá trífaldi gullvinnarin kemur aftur til landið fyrrapartin í morgin. Hinir tríggir í føroyska landsliðshópinum komu til landið í gjárkvøldi, og Jón Bjarnason, Kári á Høvdanum og Petur Heðin á Fløtti verða ætlandi við til móttøkurnar og hátíðarhaldini í morgin.

 

Flogfarið við Pál Joensen og familjuni lendir í Vágum umleið klokkan 10:00. Tá skipar Atlantic Airways fyri móttøku í Vága Floghavn. Klokkan 12:30 skipa Svimjisamband Føroya og Ítróttarsamband Føroya fyri móttøku í Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn. Klokkan 15:00 vitja svimjararnir og venjarar teirra í Tinganesi, har løgmaður tekur ímóti.

 

Klokkan 16:00 gongur leiðin við Smyrli til Suðuroynna og verður móttøka á Krambatanga klokkan 18:00. Farið verður síðan til Vágs har stór, almenn móttøka verður í Vágs Høll klokkan 1830. Har verða m.a. røður og sangir á skránni.

 

Rás2 fylgir gullvinnaranum og restina av svimjilandsliðnum frá EJM í Beograd allan dagin í morgin ? av flogvøllinum suður til Vágs.