Rás2 flytur til Danmarkar

Rás2 fer næstu tríggjar dagarnar at senda úr Keypmannahavn, har rásin hevur gjørt sær studio í Føroyahúsinum.

Rás2 hevur seinnu árini javnan sent úr útlandinum – eitt nú úr Reykjavík, av Seyðisfirði og Hafnafirði, úr London og úr Keypmannahavn.

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður Rás2 so aftur at hoyra úr danska høvuðsstaðnum. Sent verður fyrrapartar frá klokkan 9 til 12, og seinnapartar frá klokkan 13 til 15.

Gestir koma á gátt í Føroyahúsinum, vitjað verður úti í býnum, flogferð verður burturlutað, og føroyskir og danskir tónleikarar spæla live. Millum tey, sum verða við í sendingunum, kunnu nevnast:

Øssur Berghamar

Thomas Blachman

Páll Oddur Rubeksen

Noam Halby

Cutfather

Sveinur Gaard Olsen

Vígdis Hentze Olsen

Árni Olafsson

Gustav

Johanna av Steinum

Jógvan Sundstein

og Christian Brøns

Tey, ið gera sendingarnar úr Keypmannahavn, eru Rannvá Fossaberg, Eyðun Klakstein, Hjalmar Hvítklett og Barbara Holm.