Rás2: Flogbóltsupptakt

(Rás2) Hoyr samrøður sum Óli G. Samuelsen hevur gjørt við Peter Morell (Flogbørn) og Jóhann Lützen (Mjølnir)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr flogbóltsupptaktina sum var á Rás2 seinnapartin.

 

Vit hoyra á ljóðfíluni í hesari raðfylgjuni:

 

1) Samrøða sum Óli G. Samuelsen hevur gjørt við Peter Morell úr Danmark um Flogbørn, sum er sera mennandi fyri tey yngstu.


2) Samrøða sum Óli G. Samuelsen hevur gjørt við nýggja formannin í Mjølnir, Jóhann Lützen.


3) Hoyr Óla G. Samuelsen meta um teir báðar dystirnar, sum Rás2 sigur frá sunnudagin.

 

Rás2 sigur frá dystinum í Kollafirði í millum KÍF og Fleyr í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum, sum byrjar klokkan 13 sunnudagin. Somuleiðis sigur Rás2 frá dystinum í Trongisvági klokkan 14.30 millum TB og SÍ í bólki 1 í steypakappingini hjá kvinnum.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7.