Rás2 fer at vitja virkir kring landið

Hósdagin klokkan 14 sendir Rás2 beinleiðis frá Vága floghavn

 

"Spurin" eitur nýggj sending, sum verður send beinleiðis á Rás2.

 

Seinnapartin í morgin fer Rás2 í holt við eina nýggja sending, sum verður send hvønn hósdag beinleiðis.

 

Sendingin fer at flyta seg runt til ymisk virkir, har spurt verður um ymisk virksemi á teimum ymisku støðunum.

 

Spurin, sum merkir forvitin, hevur fyrstu sendingina á Flogvøllinum har tosað verður við m.a. nevndarforkvinnuna, stjóran og onnur.

 

Spurin verður send hvønn hósdag beinleiðis á Rás2 klokkan 14 og 15.