Rás2 fer at siga frá hondbólti í vetur

Sunnudagin fer fram útvarpssøgulig hending í Kollafirði.

 

Tá fer Rás2 á fyrsta sinni at siga frá einum dysti í bestu mansdeildini í

hondbólti, Atlantic Airways Deildini.

 

Marknaðarleiðiarin í Miðlahúsinum, Birgir Waag Høgnesen sigur, at Tróndur

Arge fer at siga frá dystinum millum KÍF og H71 í høllini í Kollafirði nú

sunnudagin.

 

Hann sigur, at tað verða Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen, sum fara at siga

frá hondbólti hendan veturin. Heri Simonsen verður sum vant studiovertur í

útvarpsstovuni í Vágsbotni.

 

Tróndur og Hilmar Jan fara at hava kunnugar viðmerkjarar við sær til

dystarfrásagnirnar á Rás2.

 

Birgir sigur, at tað leingi hevur verið uppá tal at siga frá hondbólti, men

fíggjarligjar karmarnir hava verið ein forðing. Nú hevur tað so eydnast at fáa samstarv við Hondbóltsamband Føroya, VíF, StÍF og KÍF.

 

Enn eru havnarfeløgini og Team Klaksvík ikki partur av samstarvsavtaluni,

men tey verða kanska partur av samstarvinum seinni í ár ella næsta

kappingaár.

 

Birgir sigur, at starvsfólkini á Rás2 eru sera spent, tí, sum hann sigur: Vit

hava tveir sera royndar frásøgumenn í húsinum.

 

Fyrstu tíðina fer Rás2 at siga frá heimadystum hjá VÍF í Vestmanna, StÍF í

høllini á Skála og heimadystum hjá KÍF í Kollafirði.