Fasta sendingin, fótbóltspanelið á Rás2 var deild í tveir partar í dag.
Fyrri parturin av sendingini umrøddi føroyskan fótbólt.
Tróndur Arge og André Olsen mannaðu panelið í dag. Fyrst umrøddu teir skiftið hjá Patriki Johannesen frá B36 til Florø í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, har teir m.a. svaraðu uppá um talan er um eitt gott skiftið fyri Patrik sjálvan. Spurt var eisini um hvørjar avleiðingar skiftið fær fyri B36?
KÍ hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla serbiska verjuleikaran, Deni Pavlovic, sum seinast hevur spælt við Novi Pazar í næstbestu serbisku deildini. Novi Pazar er sama felag, har Semir Hadzibulic og Ahmed Mujdragic áður hava spælt. Hvat vænta Tróndur og André av hesum seinasta keypinum hjá KÍ?
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrra partin av fótbóltspanelinum, sum var í SportBoxini á Rás2 seinnapartin í dag.