Rás2: Endurhoyr málini frá undirhaldinum í Gundadali

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá átta mál vóru skorað, tá Víkingur vann 5-3 á B36 á ovara vølli í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum átta málunum, tá tað rutineraða liðið hjá Víkingi vann 5-3 á tí unga B36-liðnum á ovara vølli í Gundadali.

 

André Olsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann og Hilmar Jan Hansen kundu staðfesta, at helst var talan um mest undirhaldandi dystin í effodeildini í ár.

 

Víkingur kom uppá 23 stig, og er bert tvey stig frá KÍ. B36 verður hangandi á 13 stigum, og er ikki partur av FM-stríðnum meir.