TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Eli Hentze aftaná Eli hevði sæð sínar menn vunnið 3-1 á Georgia á Tórsvølli fyrr í kvøld. Talan var um dyst í EM-undankappingini fyri U21 landslið.
Eli Hentze er var sera fegin, og var sera stoltur av framúr góða avrikinum hjá sínum monnum, sum stríddust ein heilan dyst ímóti einum tekniskt góðum liði, sum tó letur mótstøðuliðini sleppa til málmøguleikar, og Eli er sera fegin um, at hansara menn tóku av møguleikunum í fyrra hálvleiki.
Eli Hentze ger greitt, at nú ætlar hann sær fleiri stig, men arbeiðast má hart fyri hvørjum stigi. Komandi uppgávan verður fríggjakvøldið 10. november á Tórsvølli, tá føroyska U21-landsliðið spælir EM-undankappingardyst ímóti Póllandi.