Stóra ólavsøkutiltakið hjá Rás2 verður ólavsøkukvøld, og í ár fara Páll Finnur Páll, Nalja og Jákup Veyhe at syngja og undirhalda.
Seinastu árini hevur tiltakið hjá Rás2 í Vágsbotni verið eitt av teimum stóru tiltøkunum á ólavsøku. Tiltakið, sum varðar ein lítlan tíma, bjóðar livandi tónleik og undirhald úr studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum. Vanliga eru sera nógv fólk í Vágsbotni til tiltakið.
Í ár fer væl umtókti poppbólkurin Páll Finnur Páll at spæla nakrar sangir, Jákup Veyhe fer at undirhalda, og harafturat fara Elin & Kári eisini kend sum Nalja at framføra ultimativa ólavsøkusangin live.
Ólavsøkubrakið hjá Rás2 verður ólavsøkukvøld kl. 22.00, og tiltakið er ókeypis.