Rás2: Avgerandi bóltarnir og samanumtøka SÍ-Fleyr 0-3

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Fleyr-kvinnur vunnu 3-0 á SÍ. Hoyr Jóhan Petur á Stongum taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Fleyr-kvinnur fingu teir avgerandi bóltarnar í gólvið, tá Fleyr-kvinnur á útivølli í Sørvági vunnu 3-0 á SÍ. Tvey tey fyrstu settini vann Fleyr 25-20 og 25-20. Drama var tó í triðja settið, sum Fleyr vann sera tepurt 29-27. Óli G. Samuelsen segði frá dystinum á Rás2, og Jóhan Petur á Stongum var viðmerkjari.


2) Hoyr Jóhan Petur á Stongum taka samanum dystin, og meta um kappingina í meistaradeildini hjá kvinnum. 

 

Jóhan Petur staðfestir, at ein kann ongantíð siga nakað við fullari vissu, men alt peikar á, at Mjølnir og Fleyr verða FM-finalistar. KÍF kann møguliga arga, men tað metir Jóhan Petur á Stongum verða ósannlíkt.