Rás2: Avgerandi bóltarnir KÍF-SÍ 3-0

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá KÍF vann trygt 3-0 á SÍ í Kollafirði fyrr í kvøld

KÍF vann fyrr í kvøld ein greiðan 3-0 heimasigur á SÍ í meistaradeildini í flogbólti.

 

Tað leikaði javnt á í tí fyrsta settinum, men í øðrum og triðja setti settu kollfirðingar væl og virðiliga tingini uppá pláss. Settmunurin var 27-25, 25-16 og 25-11.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

 

Tann lokala Jana Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Óla G. Samuelsen.