Rós til nýggja Michael Moore filmin

Nýggjasti filmurin hjá Michael Moore, nevndur ?Capitalism ? A Love Story?, hevur fingið sera góða móttøku á filmfestivalinum í Venedig.

Filmurin varð sunnukvøldið vístur í einum av elstu biografunum í Venedig, og áksoðarafjøldini hóvaði væl tað, hon sá. Eisini ummælini av filminum hava verið góð.

Filmurin er skýrdur at vera tann besti, sum Michael Moore hevur gjørt. Í filminum greiðir Moore frá fíggjarliga skammlopinum, sum í fjør rakti heimin ?og serliga Amerika. Og hann ger tað, so sjálvt næmingar í 6. flokki skilja tað.

Í bretska blaðnum The Guardian fær filmurin 4 av 5 stjørnum.

Filmurin verður lýstur sum eitt álop á kapitalistisku skipanina, har nakrir fáir gribbar skora vinningin og hava skuldina fyri neyð og armóð hjá milliónum av øðrum. Bankar og kapitalgrunnar eru teir óndu, sum gera so fløktar íløgur, at eingin hevur nakran møguleika at gjøgnumskoða tær.

Filmurin er samansettur av søgum frá syndarligum mannalagnum, humori, happenings og filmsbrotum.