Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, hevur í ár hildið jól í Danmark. Jóladagarnar hava tey etið kalkun, fleskasteik, dunnu og ræst kjøt.
- Tað er konan, sum keypir jólagávurnar. Eg havi bara keypt ta einu gávuna, og hon er til konuna, sigur borgarstjórin.
Nú Trúgvi Gudmundarson hevur verið staddur í Danmark, meðan illveðrið hevur herjað oyggjarnar, hevur hann eina serstaka heilsan av bera bjargingarfelagnum (SNB).
- Eg vil eisini bera heilsu og rós til øll bjargingar-og sløkkiliðsfólk í Føroyum, sum gera eitt megnar arbeiði, tá ástendur. Tað eiga tey stórt rós uppiborið fyri.
At enda ynskir Trúgvi Gudmundarson at bera eina heilsu til allar borgarar í Hvalbiar sókn.