Rós til Gilla: Brann er best tá Gilli er við

- Eg geri arbeiðið, sum ikki vengirnir ikki tíma, sigur Gilli Rólantsson

Gilli Rólantsson fær rós í norsku Bergenavisen, sum hevur roknað seg til, at Brann Bergen bæði letur færri mál inn og skorar fleiri mál, tá føroyski landsliðsspælarin er á vøllinum. Tað hevur venjarin hjá Brann eisini lagt merki til, nú kappingarárið er liðugt.

 

- Hetta er eitt slag av statistikki, sum er áhugaverdur. Eg veit, at Gilli arbeiðir hart í verjustøðu og mangan sleppur ongin ígjøgnum í hansara síðu. Tað er tí hann spælir, tá hann er frískur, sigur Lars Arne Nilsen, venjari hjá Brann Bergen.

 

Bergenavisen skrivar víðari, at Gilli Rólantsson stríðst við at vinna tekkið hjá áskoðarunum, millum annað tí hann ikki er lokalur og hevur ein afturhaldandi spælistíl.

 

- Gilli er óvanliga disiplineraður og arbeiðir hart. Nú mugu vit bara bliva við at menna framrættaða partin av spælinum. Hann hevur eitt hart og gott skot, og vit mugu fáa hann í fleiri skotstøður, sigur Lars Arne Nilsen.

 

Gilli er ein liðspælari

Føroyski landsliðsspælarin skoraði trý mál og legði upp til tvey í hesum kappingarárinum, har Brann Bergen bleiv nummar trý. Sjálvur heldur Gilli Rólantsson fyri, at hann skal blíva meiri sjálvsøkin í sínum spæli.

 

- Eg eri ein liðspælari og ein vongur, sum ger arbeiðið, ið hinir ikki tíma. Eg renni gjarna heim at hjálpa til í verjuni, men eg skal blíva meiri sjálvsøkin. Skjóta meir og koma oftari í brotsteigin hjá hinum, sigur Gilli Rólantsson.

 

Gilli er undirmettur

Greinin endar við, at fótbóltsserfrøðingurin hjá Brann Bergen, Kjell Rune Pedersen, heldur fyri at Gilli Rólantsson er undirmettur í álopsspælinum.

 

- Eg haldi at hann er ein góður spælari í álopsstøðu. Hann er skjótur og hevur eitt gott skot, sum motstøðuliðini mugu fyrihalda seg til, sigur Kjell Rune Pedersen.

 

Brann Bergen var á meistarakós tað mesta av kappingarárinum, men endaði á triðja plássi.