Rós til dómaran

Páll Augustinusen dømdi dystin millum Víking og B71 sunnudagin. Hann loysti sína uppgávu væl, og venjarin hjá Víkingi hevur rós at bera honum.

- Dómarar hava sanniliga eisini uppiborið herðaklapp. Páll Augustinusen dømdi sera væl, og eg kann ikki seta fingurin á nakra avgerð. Suverent, sigur Anton Skoradal, venjari hjá Víkingi við Sosialin í gjár.

Dysturin endaði við javnleiki 2-2.