SJÓNVARP
Jan Christiansen fyri Tórshavnar býráð og Tróndur Djurhuus og Andras Róin fyri Televarpið skrivaðu fríggjadagin undir sáttmálan, sum formelt selir ognirnar hjá Tórshavnar kommunu, ið nýtt hevur verið til at sent Rás Tórshavn, til P/F Televarpið.
Sáttmálin er verdur beint omanfyri 900.000 kr., og við hesum verður Rás Tórshavn endaliga koyrt í søguna. Tórshavnar sparir á leið eina millión um árið við ikki longur at skula gjalda fyri raksturin av Rás Tórshavn.
?Við sáttmálanum hevur Tórshavnar kommuna tryggjað sær, at allir borgararnir hjá kommuni framvegis fáa eitt tilboð um fylgisveinarásir, sigur Tróndur Djurhuus.
Televarpið er dóttirfyritøka hjá Føroya Tele. Televarið fer í næstum undir at bjóða fylgisveinasjónvarp í høvuðsstaðnum.
Tórshavnar kommuna hevur sannað, at tað verður ov kostnaðarmikið at gjalda fyri fylgisveinarásirnar í framtíðini, tá fleiri teirra eru farin at biðja um nógvan pening fyri tænastuna.
Tá byrjað varð við Rás Tórshavn var talan um eina ókeypis tænastuna fyri borgararnar, og tað hevur eisini verið ókeypis allatíðina.
Upprunaliga ætlanin var at forða fyri, at parabolir fóru at stinga seg upp í allastaðni í høvuðsstaðnum.
Jan Christiansen, borgarstjóri,sigur, at býráðið hevur ásannað, at tíðirnar eru broyttar.
?Parabolirnar eru vorðnar minni, og nú mugu vit eisini gjalda fyri næstan allar rásirnar. Tískil ber hetta seg ikki longur, sigur Jan Christiansen.
4. desember verður sløkt fyri Rás Tórshavn, og hetta verður tann endaligi endan á ókeypis sjónvarpi til borgarar í høvuðsstaðnum og í Nólsoy.
Eftir 4. desember mugu borgarar keypa sær egna útgerð og frá egnum útbjóðara, um teir ynskja at síggja fylgisveinasjónvarp.
Ein teirra verður so Televarpið, sum í desember fer at senda ókeypis, men gjaldast skal fyri móttakaran - á leið 2.000 kr. Verandi anntennur hjá fólki kunnu í flestu førum nýtast.
Halda fram í Kollafirði
Hóast yvirskriftin og alt annað talar fyri, at Rás Tórshavn nú telir sínar síðstu dagar, so er eitt undantak. Í Kollafirði verður framvegis møguligt at síggja Rás Tórshavn.
Tróndur Djurhuus greiðir frá, at Kollafjørður hevur sína egnu niðurtøkustøð til Rás Tórshavn. Inntil Televarpið verður klárt at senda í Kollafirði, so verður Rás Tórshavn framveigs á skíggjanum hjá borgarum í nýggjasta partinum av Tórshavnar kommunu.
?Hetta er ein snøkil. Vit arbeiða við at finna útav, hvussu vit á bestan hátt kunnu senda til øll í Kollafirði, og hetta krevur at seta nýggja sendiútgerð upp og broyta innstillingarnar, sigur Tróndur Djurhuus.
Sum er síggja ikki øll í Kollafirði Rás Tórshavn, men ætlanin er, at øll skulu síggja Televarpið, og tískil skal ein tøknilig loysn finnast.
Tað verður sambært stjóranum í Televarpinum ikki fyrr enn í komandi ári, at kollfirðingar fáa atgongd útboðið hjá Televarpinum.
3.000 boksir
Hóskvøldið verður alment tendrað fyri sendingunum hjá Televarpið. Møguleika verður so fríggjamorgunin at keypa eina av teimum nógv umtalaðu set-top boksunum.
?Vit hava 3.000 á lagri, og fleiri eru á veg, sigur Tróndur Djurhuus.
Prísurin fyri eina tílíka boks ella móttakara verður 2.195. Hesin prísurin er vegleiðandi.
Tað er ikki fyrr enn tú ella tit hava keypt eina sovorðna boks fríggjamorgunin ella seinni, at tit kunnu síggja Televarpið.
Satsa upp á DR
Enn er ikki alt leyst og liðugt við samráðingum og undirskriftum og øðrum í sambandi við rásirnar hjá Televarpinum,
Sjálvur grundpakkin ella Televarpspakkin, sum hann alment verður kallaður, er klárur við 21 rásum fyri 179 kr. um mánaðin.
Tríggir pakkar afturat koma eisini við ávíkavíst DR1 og DR2, Canal+ og ein við MUTV, sum er rásin hjá enska fótbóltsfelagnum Manchester United.
Útboðið líkist tí hjá Canal Digital sera nógv. Prísstøðið liggur eisini á somu leið.
?Canal+ fáa vit illa gjørt bíligar, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit satsa upp á at senda Danmarks Radio fyri ein góðan prís. Tað er Danmarks Radio, fólk vilja hava, meira enn nakað annað, sigur Tróndur Djurhuus.
Lesið meira um Televarpið í Sosialinum mikudagin.